- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kendir føroyingar
Mikines flutti aftur til Føroyar eftir seinna heimsbardaga. Ákærurnar um tilknýtið til danska nasistaflokkin tóku honum fast, og hann kom í eina djúpa kreppu. Tað var ikki fyrr enn hann flutti aftur til Keypmannahavnar tíðliga í 1950´unum, at hann fann stevið aftur.
Hann giftist fyri aðru ferð, og donsku ummælarnir hildu hesi árini, at ongin kundi kappast við hann um dramatikk og lit. Ógvisliga misnýtslan av nervamedisini og rúsdrekka fingu tó alt størri ávirkan á hann.
Tá Mikines kom fyri eini druknivanlukku á Bornholm í 1969, broyttist hann. Síðstu tíggju árini av lívinum sat hann ofta avbyrgdur á sinnisjúkrahúsi. Mikines andaðist í Keypmannahavn í 1979.
Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Fotograferað og klipt: Hans Petur Hansen.
Kendir føroyingar
Sendirøð um kendar føroyingar.