Samdir um at Føroyar yvirtaka vitaverk og sjóuppmerking

Samdir um at Føroyar yvirtaka vitaverk og sjóuppmerking
Danski vinnumálaráðharrin hevur verið á vitjan í Føroyum
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Morten Bødskov, vinnumálaráðharri.
 
28.03.2023 - 15:09

Høgni Hoydal, landsstýrsmaður í uttanríkis- og vinnumálum, og danski vinnumálaráðharrin, Morten Bødskov, eru samdir um, hvussu málsøkini vitaverkið, sjóuppmerking og sjórættur verða yvirtikin á føroyskar hendur.

Lógaruppskot um at yvirtaka vitaverkið og sjóuppmerking er farið í løgtingið, og samstarvsavtalur millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Tað sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið í tíðindaskrivi, eftir at Morten Bødskov hevur verið á vitjan í Føroyum.

 

Hvítting

Høgni Hoydal og Morten Bødskov hava avtalað, at reglurnar fyri og listarnir við sonevndum “politiskum ábærum persónum” í sambandi við lógirnar um hvítting, verða endurskoðað saman við føroyskum myndugleikum, so tær hóska til føroyska samfelagið.

Og teir eru eisini samdir um, at í sambandi við reglur og heimildir viðvíkjandi avmarkandi tiltøkum mótvegis Russlandi og Hvítarusslandi á fíggjarøkinum, sum ikki er yvirtikið, verður samráðing við landsstýrið í hvørjum einstøkum føri, áðrenn nakað verður sett í verk.

Landsstýrið fer síðani at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, ella fer í Løgtingið við málunum, um ivamál eru um heimildirnar, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328