VIDEO: Stórur gravgangur eftir at síggja SHREK í Fuglafirði

VIDEO: Stórur gravgangur eftir at síggja SHREK í Fuglafirði
Næmingar á sangleikabreytini á eNámi-skúlasamstarvinum hava enn einaferð pallsett ein stóran sangleik, SHREK, ið hevur fingið fólk av húsum, tí allar sýningar eru útseldar
29.03.2023 - 00:59

Mentanarhúsið í Fuglafirði er í hesum døgum á tremur við áskoðarum hvørt kvøld. 

Sangleikabreytin á eNámi-skúlasamstarvinum sýnir fram leikin SHREK. 

eNám-samstarvið fevnir um næmingar í 10. flokkunum úr Stranda skúla, Fuglafjarðar skúla og Skúlan við Streymin. 

Og áhugin fyri leikinum er ovurhondsstórur, tí allar sýningarnar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fram til 29. mars eru útseldar. 

 

Byggir á film frá 2001

Sangleikurin SHREK, ið byggir á filmin við sama navni frá 2001, hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Sjónleik, tónleik, sang, dans og tøkni.

Men sera nógv er eisini gjørt burturúr búnum og palli, har næmingarnir hava fingið hjálp frá fakfólki, foreldrum og avvarðandi annars. 

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond.

28 næmingar í 10. flokki eru á e-Nám Sangleikabreytini í ár, og næmingarnir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin.

Barnaútvarpið hevur vitjað SHREK og eisini filmað hetta brotið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210