Fíggjarnevndin: Skipanin um byggimál má eftirmetast

Fíggjarnevndin: Skipanin um byggimál má eftirmetast
Útbyggingin av miðnámsskúlanum á Kambsdali dýrkar 23 mió. kr., og er einki undantak, sigur nevndin
Triðja byggistig av miðnámsskúlanum á Kambsdali fer nú at kosta 94 milliónir kr. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.03.2023 - 08:45

Fíggjarnevndin vil hava landsstýrið at eftirmeta skipanina um byggimál hjá landinum.

Endamálið skal vera at finna ein leist fyri byggiverkætlanir, sum bæði tryggjar búskaparliga skynsemið og neyvleikan í upphæddum og innihaldi, sum vera løgd fyri løgtingið at taka støðu til.

Tað sigur nevndin í álitinum um triðja byggistig av útbyggingini av miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur biðið um 23 mió. kr. aftrat til byggingina.

 

Fer at kosta 94 milliónir

Í fjør var løgtingið biðið um 71 mió. kr. Tað merkir, at byggingin nú komin upp í 94 milliónir krónur.

Fíggjarnevndin ásannar, at avbjóðingin kann vera stór at gera neyvar kostnaðarmetingar, áðrenn ein verkætlan er boðin út. 

Hendan verkætlanin er einki undantak í røðini við byggimálum landsins, har metingarnar hjá Landsverki hava verið ov lágar fyri útboð.

Løgtingið verður tí eftir útboð biðið um at hækka loyvdu byggiútreiðslurnar í verklagslógini, sigur Fíggjarnevndin, sum annars einmælt mælir til at játta 23 mió. kr. aftrat til útbyggingina á Kambsdali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096