Lønarlyftið kemur oman á lønarkarmin

Lønarlyftið kemur oman á lønarkarmin
Lønarlyftið verður mett at kosta 47 mió. kr. brutto
Landsstýrið fyrireikar nú lønarlyft til ávísar starvsbólkar, sum skal koma í gildi 1. januar 2024.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.03.2023 - 08:16

1.januar næsta ár fáa námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving lønarlyft, sigur landsstýrið.

Lønarlyftið kemur oman á lønarkarmin, og verður ikki partur av lønarsamráðingunum annars. 

Lønarlyftið verður mett at kosta 47 mió. kr. brutto. 

 

Kommunur fáa endurgjald

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, fer í næstum at kunna fakfeløgini hjá teimum, sum fáa lønarlyft, nærri um, hvussu lønarlyftið verður framt. 

Nógv tey flestu, sum fáa lønarlyft, arbeiða hjá kommununum.  

Sum endurgjald til kommunurnar verður gjørd ein broyting í fíggingini av skattafrádráttinum hjá pensjónistum. 

Tøka inntøkan hjá pensjónistunum verður tó óbroytt.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096