Suðuroyartunnilin: Landsverk vil sleppa at leiða fyrireikingarnar

Suðuroyartunnilin: Landsverk vil sleppa at leiða fyrireikingarnar
Løgmaður hevur skotið upp, at Landsverk skal lata P.f. Suðuroyartunlinum alt tilfar fyri einki
Landsverk eigur at leiða fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin, tí stovnurin hevur royndirnar, sigur stovnurin í hoyringarskrivi. (Savnsmynd)
 
30.03.2023 - 08:29

Landsverk tekur ikki undir við tilgongdini, nú Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður.

Landsverk eigur at leiða fyrireikingarnar, tí stovnurin hevur royndirnar.

Tað sigur Landsverk í hoyringarskrivi um uppskotið hjá løgmanni um, at Landsverk skal geva partafelagnum Suðuroyartunlinum alt tilfar, sum stovnurin hevur um tunnilin, fyri einki.

 

Neyðugt við forkanningum

Uppskotið skal viðgerast í løgtinginum í dag.

Landsverk sigur, at neyðugar forkanningar mugu gerast, áðrenn fíggingarleistur verður gjørdur.

Og tað almenna má seta karmarnar um verkætlanina.

Landsverk vísir á, at alment innlit er ikki í partafeløg. Tí ber ikki til at tryggja gjøgnumskygni, sigur stovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096