Lønarkarmurin sløk átta prosent í tvey ár

Lønarkarmurin sløk átta prosent í tvey ár
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at tað er alneyðugt at halda fast við lønarkarmin, nú ávísir starvsbólkar eisini skulu fáa ein serligan lønarbata
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur ásett lønarkarmin næstu tvey árini.
 
30.03.2023 - 13:31

3,86 prosent í ár og 4,04 prosent næsta ár. 

Tað er ætlaði lønarkarmurin hjá tí landinum, nú Lønardeildin so smátt er farin at samráðast aftur við fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. 

Tað upplýstii Ruth Vang, tá hon fyrrapartin var gestur í Breddanum. 

Hon staðfesti, at nú lønarlyft verður latið summum bólkum,  er alneyðugt at halda fast við ásetta lønarkarmin.

Støða er ikki tikin til, hvussu serligi lønarbatin til ávísar starvsbólkar skal býtast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

Ruth_um_lonir

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329