Landsstýrið gjørt nýggja kappingarlóg

Landsstýrið gjørt nýggja kappingarlóg
Galdandi lóg er frá 2008, men viðmerkingarnar í henni eru ofta ikki sambært galdandi siðvenju, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Eitt endamál við lógini er at nágreina galdandi arbeiðs- og heimildarbýti millum Kappingarráðið og Kappingareftirlitið. (Savnsmynd)
 
03.04.2023 - 09:03

Uppskot er gjørt um nýggja kappingarlóg. Tað kom í løgtingið fríggjadagin.

Høvuðsorsøkin til, at gjørd er nýggj lóg og ikki eitt broytingaruppskot, er, at viðmerkingarnar í galdandi lóg eru broyttar ella endurskoðaðar, tí tær ofta ikki eru sambært galdandi siðvenju, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 

Uppskotið um nýggja lóg byggir tó eins og galdandi lóg á kappingarreglurnar hjá ES.

Endamálið er eisini, at Føroyar kunnu fara í norðurlendsku samstarvsavtaluna um kapping. Hon er frá 2017.  

 

Nágreina arbeiðsbýtið

Eitt annað endamál er at nágreina galdandi arbeiðs- og heimildarbýti millum Kappingarráðið og Kappingareftirlitið. 

Haraftrat skal revsingin herðast fyri at vera við í kartellvirksemi. Og ómaksgjald verður lagt á fráboðanir um samanlegging.

Nakrar freistir í galdandi lóg eru broyttar í uppskotinum um nýggja lóg.

Galdandi kappingarlóg kom í 2008.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328