Eingin avgerð tikin um landsroyndir og PISA

Eingin avgerð tikin um landsroyndir og PISA
Vit eiga ikki at leypa framav og taka skjóta avgerð, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður
Landsroyndirnar hava verið síðan 2008 og PISA-royndin síðan 2006. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.04.2023 - 09:34

Eingin avgerð er tikin um landsroyndirnar og PISA enn.

- Eg veit, at lærarar eru ymiskir á máli um, hvat eigur at vera gjørt. Í øllum førum eiga vit ikki at leypa framav og taka skjóta avgerð, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, við Skúlablaðið.

Í samgonguskjalinum stendur, at ætlanin er at endurskoða landsroyndirnar og PISA-royndina. 

Landsroyndirnar hava verið síðan 2008 og PISA-royndin síðan 2006. 

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum.

 

Føroya lærarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at úrslitini frá royndunum so at siga ikki vera nýtt, og einki verður granskað í teimum, skrivar Skúlablaðið.

Djóni N. Joensen sigur, at tað er ikki heilt rætt.

Úrslitini vera brúkt, sigur landsstýrismaðurin. Bæði skúlar og foreldur brúka tey, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328