Arbeiðsgevarar fegnast um nýggja kappingarlóg

Arbeiðsgevarar fegnast um nýggja kappingarlóg
Arbeiðsgevarafelagið mælir til, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipar fyri kunningartiltaki, so vinnan fær høvi at spyrja um nýggju lógina
Uppskot um nýggja kappingarlóg er komið í løgtingið.
 
05.04.2023 - 09:38

Føroya arbeiðsgevarafelag fegnast um, at kappingarlógin verður dagførd. 

Felagið tekur sum heild undir við yvirskipaða innihaldinum í lógaruppskotinum hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Uppskot um nýggja kappingarlóg er komið í løgtingið.

Arbeiðsgevarafelagið mælir til, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipar fyri kunningartiltaki, so vinnan fær høvi at spyrja um nýggju lógina.

Tí tekur Uttanríkis- og vinnumálaráðið undir við. 

Kærustovnurin mælir til at strika freistina, sum er átta vikur, at avgera mál. Tað vil Uttanríkis- og vinnumálaráðið tó ikki. Tað heldur, at freistin er hóskandi. 

 

Kommunufelagið mælir til, at partar av kappingarlógini ikki vera galdandi fyri kommunurnar.

 

Kann verða kappingaravlagandi

Kommunufelagið vísir á, at kommunala virksemið er fyri tað mesta grundað á kommunufulltrúnna. Virksemið er tí ikki lógarbundið.

Kommunur kunnu enda í teirri støðu, at virksemi hjá kommununum er kappingaravlagandi, sigur Kommunufelagið. 

Felagið mælir til, at partar av kappingarlógini ikki vera galdandi fyri kommunurnar.

Men Uttanríkis- og vinnumálaráðið sigur, at lógin tryggjar, at kommunur skulu kappast á jøvnum føti við privata vinnu.

Hvørki føroyskt vinnulív ella landsstovnar, sum útinna vinnuvirksemi, hava slíkt frælsi, at tey ikki kappast við privata vinnu, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328