Høgni Hoydal: "Vit vilja hava okkara egnu uttanríkispolitisku rødd"

Høgni Hoydal: "Vit vilja hava okkara egnu uttanríkispolitisku rødd"
"Málið var at finna ein máta at samstarva uttanríkispolitisk uppá," sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, ið læt væl at fundinum við Lars Løkke Rasmussen
Tveir væl nøgdir starvsfelagar í uttanríkismálum, Høgni Hoydal og Lars Løkke Rasmussen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2023 - 13:51

Árligi fundurin millum danska uttanríkisráðharran og landsstýrismannin í uttanríkismálum var fyrrapartin. 

Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, var eisini væl nøgdur við fundin við danska uttanríkisráðharran, Lars Løkkre Rasmussen, sum Høgni Hoydal lýsti sum úrslitssøkjandi. 

"Vit kennast væl, Lars Løkke Rasmussen og eg, og hann veit væl, at vit vilja hava okkara egnu uttanríkispolitisku rødd. So málið við fundinum var at finna ein máta at samstarva uttanríkispolitiskt uppá," segði Høgni Hoydal eftir fundin. 

Teir báðir skiltust uppá, at teir vilja royna at røkka nøkrum av uttanríkispolitisku málunum, ið hendan samgongan hevur sett sær fyri, meðan teir báðir sita í uttanríkissessunum í Føroyum og Danmark. 

 

Hogni_Hoydal_14042023_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115