Veiðigjald og loyvisgjald tryggja avlop næsta ár

Veiðigjald og loyvisgjald tryggja avlop næsta ár
Netto geva bæði gjøldini 183,5 milliónir krónur
Ango er eitt av uppsjóvarskipunum. Fíggjarmálaráðið væntar, at veiðigjøldini næsta ár fara at geva slakar 79 milliónir kr. netto næsta ár.
 
18.04.2023 - 08:27

Veiðigjaldið hjá fiskivinnuni og loyvisgjaldið hjá alivinnuni skulu gera, at framskrivaða hallið hjá landskassanum næsta ár fer burtur, og avlop verður í staðin. 

Netto gevur veiðigjaldið 78,7 mió. kr. og loyvisgjaldið 104,8 milliónir, tilsamans 183,5 milliónir krónur. 

Onnur átøk næsta ár skulu geva í minsta lagi 30 milliónir.

Tá er talan um bæði inntøkur og útreiðslur. 

Úrslitið sambært framskrivingum í játtanarkarminum fyri 2024 geva 153,3 milliónir í halli í 2024.

 

Átøk fyri 213 milliónir

Framskrivaðu játtanarkarmarnir vísa tí, at átøk eru neyðug. Og átøk vera gjørd fyri 213,5 mió. kr., sigur Fíggjarmálaráðið.

Eftir tey átøkini verður úrslitið næsta ár eitt avlop, sum er 60,2 mió.kr. 

Fíggjarmálaráðið mælir til, at rakstrarútreiðslurnar hjá landinum hækka í mesta lagi hálvt fimta prosent um árið.

Hetta svarar til metta búskaparvøksturin í ár og næstu árini.

Løgtingið fer fyrrapartin at viðgera uppskotið um játtanarkarmar fyri 2024. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096