Løgtingið viðger játtanarkarmar í dag

Løgtingið viðger játtanarkarmar í dag
Hallið næsta ár verður góðar 153 milliónir kr., men ætlanin er gera átøk, so avlopið verður góðar 60 milliónir
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum og limur í fíggjarnevndini, og Magnus Rasmussen, sum er fíggjarnevndarlimur fyri Sambandsflokkin.
 
18.04.2023 - 13:11

 Løgtingið viðger í dag uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar fyri 2024. 

Sambært uppskotinum vera útreiðslurnar næsta ár sjey milliardir og 274,5 milliónir krónur.

Tær eru býttar soleiðis, at raksturin kostar seks milliardir og 578,6 milliónir, og íløgur skulu gerast fyri 695,9 mió. kr.

Inntøkurnar næsta ár vera, sambært Fíggjarmálaráðnum, sjey milliardir og 121,2 milliónir. 

Úrslitið sambært hesum verður 153,3 milliónir í halli í 2024.

 

Átøk fyri 213 milliónir

Framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri 2024 vísa tí, at neyðugt verður við átøkum. Átøk verða gjørd fyri 213,5 mió. kr.

Eftir tey átøkini verður úrslitið næsta ár eitt avlop, sum er 60,2 mió.kr. 

Uppskotið hevur eisini játtanarkarmar fyri næstu fimm árini, tvs. at 2025 til 2028 eru eisini við.

Endamálið við tí er, sigur Fíggjarmálaráðið, at framskrivingarnar vísa mettu og framskrivaðu gongdina í útreiðslum og inntøkum landsins við galdandi lóggávu og verandi virksemisstigi.

Hesar framskrivingar siga, at landskassin fer at hava hall í 2024, 2025 og 2026, javnvág í 2027 og avlop í 2028, um einki verður gjørt.

Hoyr samrøðu, sum John Johannessen gjørdi við Beinir Johannesen, framsøgumann hjá Fólkaflokkinum, og Magnus Rasmussen, framsøgumann hjá Sambandsflokkinum, í útvarpstíðindum:

 

18042023_Beinir_og_Magnus


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096