Vænta at fáa 80 milliónir fyri partabrøv í Smyril Line

Vænta at fáa 80 milliónir fyri partabrøv í Smyril Line
Landið eigur góð 16 prosent í Smyril Line, og ætlanin er at selja partabrøvini í ár
Landið ætlar at selja síni partabrøv í Smyril Line í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.04.2023 - 08:45

Fíggjarmálaráðið væntar sær slakar 80 milliónir krónur fyri partabrøvini í Smyril Line.

Tað skiltist á tí, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna, segði í Degi og viku í gjárkvøldið.

Hon tosaði um inntøkur landskassans, sum bara vera í ár:

 

19042023_Ruth_Vang

 

Landið fekk 15,8 mió. kr. netto fyri partabrøvini í Tjaldri.

Landið eigur 16,2 prosent í P/f Smyril Line.

 

Selja í ár

Tey partabrøvini eru ikki lýst til sølu enn. Men tey skulu seljast í ár, ætlar Fíggjarmálaráðið.

Í fíggjarlógini fyri 2023 stendur, at søluvirðið er mett at vera 79 mió. kr. í meting, sum Fíggjarmálaráðið fekk í lag. Hetta er bruttotalið, útreiðslurnar í sambandi við søluna skulu dragast frá.

Landsstýriskvinnan hevur fingið loyvi frá løgtinginum at selja partabrøvini í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096