- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forstjórin sagdur úr starvi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/eivind_kolding_02.jpg?itok=_abefs4W)
Ovasti stjórin í Danske Bank, Eivind Kolding, er sagdur úr starvi. Eivind Kolding kom í starvið 15. februar í fjør, tá hann tók við eftir Peter Straarup. Frammanundan var hann stjóri í Maersk Line.
Nýggjur forstjóri í Danske Bank verður 49 ára gamli Thomas F. Borgen, sum er av norskum uppruna.
Meiri kundavinarligur
Nevndarformaðurin fyri bankan, Ole Andersen, grundgevur uppsøgnina við, at Danske Bank er í eini tilgongd, har bankin skal venda sær meiri móti kundunum, skrivar Ritzau.
- Hóast Eivind Kolding hevur nógvar fakligar og menniskjaligar dygdir, hevur nevndin mett, at neyðugt er við einum manni í stjórasessinum við neyvari bankaførleika, sigur nevndarformaðurin.
Nevndarformaðurin leggur dent á, at uppsøgnin av forstjóranum einki hevur við fíggjarstøðuna hjá bankanum at gera.
Thomas F. Borgen hevur verið í starvi í Danske Bank síðan 1997, síðan 2009 hevur hann verið við í leiðsluni.