Føroyar kunnu loysa uttan grundlógarbroyting í Danmark

Føroyar kunnu loysa uttan grundlógarbroyting í Danmark
Ein stjórnaravgerð og ein atkvøðugreiðsla í fólkatinginum er nokk um Føroyar vilja loysa, er niðurstøðan ígreingin hjá Martin Breum, journalisti
 
22.04.2023 - 12:42


Um Føroyar ella Grønland vilja loysa frá kongaríkinum Danmark, krevst eingin broyting av donsku grundlógini, men ein stjórnaravgerð og ein atkvøðugreiðsla í fólkatinginum.

Tað er ein av niðurstøðunum í eini greining, danski journalisturin, Martin Breum, hevur gjørt fyri miðilin, Altinget Arktis.

Greiningin er framhald av, at Mikala Engell, sum í 11 ár var ríkisumboðskvinna í Grønlandi, og Michael Zilmer-Johns, sum í 44 ár starvaðist í Uttanríkistænastuni, hava mælt til ein nýggjan leist fyri ríkisfelagsskapin.

Zilmer-Johns hevur millum annað talað fyri einum felagsskapi, ið byggir á tríggjar sjálvstøðugar tjóðir.

Eitt uppskot, ið ikki er ókent í Føroyum, tí júst tað sama skjeyt sambandsløgmaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, upp í ólavsøkurøðu síni í 2012.

Tá segði hann, at neyðugt verður at skipa ríkisfelagsskapin av nýggjum.

- Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Í sambandi við greining sína hevur Martin Breum tosað við tveir professarar, ið eru samdir um, at loysing frá Danmark ikki krevur eina grundlógarbroyting.

Jørgen Albæk Jensen, sum er professari emeritus, vísir til grein 19, stykki 1, í donsku grundlógini.

- Har stendur, at ein stjórnaravgerð, ið fólkatingið góðkennir, er einasta formliga kravið, skal víddin á ríkinum minkast, sum talan er um her, sigur professarin við Altinget Arktis.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328