Laksaskattur: Føroyska loysnin verður ikki brúkt

Laksaskattur: Føroyska loysnin verður ikki brúkt
Føroyski mátin er eitt sindur yvirromantiseraður, sigur stórtinglimurin Geir Pollestad, sum var í Føroyum og kannaði tøkugjaldið
Mona Nilsen og Geir Pollestad vóru herfyri í Føroyum og kunnaðu seg um føroyska tøkugjaldið. Her eru tey avmyndað saman við Høgna Hoydal, landsstýrismanni í Tinganesi.
Mynd: E24, Bjarni Mohr  
 
01.05.2023 - 08:48

Tað verður av ongum, at føroyski mátin at taka pengar frá alivinnuni verður brúktur í Noregi.

Stórtingið arbeiðir framvegis við uppskotinum um  at skatta vinningin hjá alivinnuni.

Tinglimirnir, Geir Pollestad og Mona Nilsen, sum bæði eru í stjórnarflokkum, vóru í Føroyum herfyri og kannaðu, hvussu føroyskir politikarar gera, tá teir skulu leggja gjøld á alivinnuna.

 

Føroyska loysnin verður ikki brúkt

Men Geir Pollestad sigur við miðilin E24, at føroyska loysnin ikki verður brúkt í Noregi.

Norska alivinnan er sera ónøgd við uppskotið hjá stjórnini um laksaskatt. Hon hevur millum annað víst á føroyska mátan.

Men tann mátin er eitt sindur yvirromantiseraður, sigur Geir Pollestad.

Bæði hann og Mona Nilsen er meira sannførd um, at norska loysnin er tann rætta, eftir at tey vóru í Føroyum, skrivar E24.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Mono 2 - onnur sending
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096