Lógin um hvítvask einmælt samtykt

Lógin um hvítvask einmælt samtykt
Broytingarnar í lógini eru partar av danskari lóggávu, sum er sprottin úr ES-fyriskipanini um hvítvask
Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini helt, at tað hevði verið at spæld hasard við bankakervinum, um lógin um hvitvask ikki var samtykt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.05.2023 - 13:46

- Tað vildi verið at spælt hasard við føroyska bankakervinum, um vit ikki tóku undir við hvítvaskingarlógini.

Tað segði Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini, tá ið hvítvaskingarlógin var til 2. viðgerð í løgtinginum í dag.

Eitt samt løgting atkvøddi fyri hvítvaskingarlógini. Eingin atkvøddi ímóti og eingin atkvøða var blonk.

Nakrir løgtingslimir hildu tó at eftirlitið blívur alt ov umfatatandi við nýggju lógini, men Høgni Hoydal, landsstýrismaður, lovaði tó nakrar glottar.

Broytingarnar í lógini eru partar av danskari lóggávu, sum er sprottin úr úr ES-fyriskipanini um hvítvask.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03052023_Hvitvask_i_tinginum

 

Málið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096