Triðingurin av lærlingum hevur skúlagongd í Danmark

Triðingurin av lærlingum hevur skúlagongd í Danmark
Felags fyri allar yrkisútbúgvingarnar við danskari skúlagongd er, at  lærlingatalið er sjáldan størri enn fimm
Í Føroyum ber til at taka 70 yrkisútbúgvingar. Í 15 teirra er skúlagongdin í Føroyum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.05.2023 - 11:19

Stívliga triðingurin av teimum 6.000 lærlingunum, sum síðani 2005 eru farnir undir eina yrkisútbúgving í Føroyum, hava tikið eina útbúgving, har skúlagongdin er í Danmark.

Í Føroyum ber til at taka 70 yrkisútbúgvingar. Í 15 teirra er skúlagongdin í Føroyum.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Beinir Johannesen, løgtingsmann.

Hann sigur eisini, at felags fyri allar yrkisútbúgvingarnar við danskari skúlagongd er, at  lærlingatalið er sjáldan størri enn fimm.

Undantikin eru tey, sum læra handil ella sølu.

Nakrar útbúgvingar eru á veg.

Ein er kokkaútbúgvingin. Tey seinnu skúlaskeiðini, sum higartil bara verið í Danmark, kunnu nú takast í Føroyum.

Ein alaraútbúgving er eisini byrjað, og í næstum verður uppskot um at seta á stovn eina kt-supportara útbúgving klárt at lata landsstýrismanninum, sigur Djóni Nolsøe Joensen. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891