Íløgusvik: Hava mist meira enn eina millión

Íløgusvik: Hava mist meira enn eina millión
Leiðarin á Kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at tey, sum svikað er ímóti, skulu ikki vænta at fáa peningin aftur
Fólk hava sæð lýsingar á Facebook, sum vísa til, at okkurt navngivið og kent fólk hevur forvunnið nógvan pening við at gera íløgur í talgilda gjaldoyrað Bitcoin.
 
10.05.2023 - 08:26

Seinastu tíðina hevur løgreglan í Føroyum fingið fráboðanir frá fólki, sum hava verið fyri sonevndum íløgusviki.

Fólk hava mist úr nøkrum fáum túsund krónum upp í meira enn eina millión krónur.

Í flestu førum hava tey sæð eina lýsing á Facebook, sum vísir til, at okkurt navngivið og kent fólk hevur forvunnið nógvan pening við at gera íløgur í talgilda gjaldoyrað Bitcoin.

 

Heri Andreassen er leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni.

 

Lýsingarnar hava leinki til heimasíður, sum ofta síggja professionellar og flottar út. Heimasíðurnar eru tó ikki veruligar íløgusíður, men eru einans gjørdar til at snýta pening frá fólki.

Hoyr Hera Andreasen, leiðara á Kanningardeildini hjá løgregluni, í útvarpstíðindunum: 

 

10052023_Ilogusvik_og_Heri_Andreassen

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011