Viðgera frágreiðingina um H-bygningin týsdagin

Viðgera frágreiðingina um H-bygningin týsdagin
Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram uppskot til samtyktar eftir frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini
Landsgrannskoðanin er komin við eini lemjandi frágreiðing um byggingina av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.05.2023 - 13:11

Frágreiðingin um H-bygningin skal viðgerast í løgtinginum týsdagin.

Teir fýra limirnir í løgtingsgrannskoðaranevndini, Jóhannis Joensen, Erhard Joensen, Jacob Vestergaard og Erling Eidesgaard, hava lagt fram uppskot til samtyktar at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.

Uppskotið verður lagt fram, nú Landsgrannskoðanin er komin við eini lemjandi frágreiðing um byggingina av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Í frágreiðingini verður millum annað sagt, at Landsverk misti tamarhaldið á fíggjarligu stýringini av verkætlanini, og at tað hevur verið vantandi fakligt og fíggjarligt eftirlit. 

Funnist verður eisini í frágreiðingini at Heilsumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096