Eitt vindútboð um árið næstu fýra árini

Eitt vindútboð um árið næstu fýra árini
Í ár verður útboð í Sandoynni og í Suðuroynni næsta ár, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum
Fýra útboð um vindmyllur verða næstu fýra árini. Elframleiðslan skal tvífaldast næstu 10 árini í sambandi við grøna orkuskiftið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.05.2023 - 14:21

Næstu fýra árini er ætlanin at hava eitt útboð av vindmyllum um árið, og útbyggingar verða ymsastaðni í landinum.

Tað upplýsir Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, í svari til skrivligan fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin, sum var svaraður tinginum í dag.

Ætlanin er at hava vindútboð í Sandoynni í ár, í Suðuroynni næsta ár, í Eysturoynni í 2025 og í Norðstreymi í 2026.

Eisini eru ætlanir um fleiri útbygginginar frá 2026 til 2029.

 

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eingir ítøkiligir fyrispurningar

Ingilín Didriksen Strøm sigur, at eingir ítøkiligir fyrispurningar eru komnir síðani seinasta útboð, men vanligt er, at feløg gera vart við seg, tá ið ítøkilig útboð verða fyrireikað og sett í verk.

Tað er bert eitt dømi, har eitt felag hevur vunnið útboð og vindmyllurnar av ymsum orsøkum ikki eru komnar upp.

Talan er um útboðið frá 2019/2020 norðan fyri Eiðisvatn.

 

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, fyri Sambandsflokkin, spurdi um elframleiðslu úr vindorku. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýtt útboð

SEV og myndugleikin kanna í løtuni møguleikarnar fyri at kunna staðseta eina vindmyllulund sunnan fyri Eiðisvatn í staðin.

Verður komið til ta niðurstøðu, at til ber at seta upp eina vindmyllulund har, verður talan um eitt nýtt útboð av loyvi til elframleiðslu úr vindorku sunnan fyri Eiðisvatn.

Hetta útboðið verður tó væntandi ikki fyrr enn í fyrsta lagi 2028.

 

Framleiðslan tvífaldast

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum sigur, at framskrivingar vísa, at elframleiðslan skal tvífaldast næstu 10 árini fyri at nøkta eftirspurningin í sambandi við orkuskiftið og at røkka málinum um, at oljan skal takast burtur úr elframleiðsluni.

Tvífalding av elframleiðsluni elvir somuleiðis til stórar útbyggingar, tá ið ræður um net, stabiliseringseindir og goymslur, sum SEV hevur ábyrgd av.

 

 

SEV og myndugleikin kanna í løtuni møguleikarnar fyri at kunna staðseta eina vindmyllulund sunnan  fyri Eiðisvatn í staðin. Verðurkomið til ta niðurstøðu, at til ber at seta upp eina vindmyllulund har, verður talan um eitt nýtt útboð av loyvi til elframleiðslu úr vindorku sunnanfyri Eiðisvatn. Hetta útboðiðverður tó væntandi ikki fyrr enn í fyrsta lagi 2028

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Hósdag 10. september
RagnarRokk 10.september 2026
212531
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002