Meirilutin heldur fast um heitið løgkvinna

Meirilutin heldur fast um heitið løgkvinna
Grein 25-nevndin, sum viðgjørdi uppskotið um starvsheitini í landsstýrinum og løgtinginum, hevur lagt fram álit.
Tá kvinna verður løgmaður, skal hon hava heitið løgkvinna, siga samgonguumboðini og Sambandsflokkurin í grein 25-nevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2023 - 08:17

Meirilutin í grein 25-nevndini, sum viðgjørdi uppskotið um starvsheitini í landsstýrinum og løgtinginum, heldur fast um heitið løgkvinna, tí maður á nútíðarføroyskum merkir mannfólk og ikki menniskja.

Í meirilutanum eru umboðini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum.

Nakað av iva hevur verið um heitið løgkvinna og varaløgkvinna.

Sagt verður, at løgmaður verður mett sum eitt heiti við longri søguligari tyngd enn hini heitini og sipar til embætið sjálvt, sama um kvinna ella maður er í embætinum. 

Minnilutin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, hevur eitt broytingaruppskot um, at orðið løgtingsfólk rúmar bæði kynini.

Tað er, at heitið løgtingsfólk og landsstýrisfólk verður bara brúkt um ein bólk ella einstakt fólk, men ikki sum starvsheiti.

Allir flokkar taka annars undir við uppskotinum hjá formansskapinum um at broyta stýriskipanarlógina og tingskipanina. 

Alt álitið kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096