Fiskirættindi skulu ikki enda á ov fáum hondum

Fiskirættindi skulu ikki enda á ov fáum hondum
Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at sjófeingislógin verður endurskoðað
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum.
 
11.05.2023 - 08:29

Kannað verður nú, um, og tá hvussu, sleppast kann undan, at rætturin at fiska ikki endar á ov fáum hondum.

Hetta stendur í samgonguskjalinum, og sjófeingislógin verður nú endurskoðað, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Erhard Joensen, løgtingsmann.

Støða verður síðani tikin til, um, og møguliga hvørjar tillagingar, hóskandi skulu gerast, sigur landsstýrismaðurin.

Hann svarar eisini, at ískoytiskvoturnar av svartkjafti, norðhavssild og makreli kundu vera lagdar um til egnar kvotur í fjør.

 

Erhard Joensen, løgtingsmaður, spurdi landsstýrismannin í fiskivinnumálum um betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni.

 

Fýra umsóknir játtaðar

Men kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkilig skipakeyp kunnu vera umlagdar í ár.

Fýra umsóknir um ískoytiskvotur eru játtaðar, og kvoturnar eru umlagdar.

Tvær umsóknir eru ikki eru gingnar á møti. Og umsókn frá einum skipi verður viðgjørd í løtuni.

Eitt felag, sum fekk kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir á landi, søkti um umlegging, men fekk nei úr Fiskimálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096