EUROVISION: Føroyskir viðmerkjarar til seinnu hálvfinaluna

EUROVISION: Føroyskir viðmerkjarar til seinnu hálvfinaluna
Gunnar Nolsøe og Siri Súsonnudóttir Hansen viðmerkja seinnu hálvfinaluna í Eurovision-sangkappingini, sum verður í kvøld klokkan 20.
 
11.05.2023 - 12:26

Tað er í kvøld, at seinna hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini fer av bakkastokki í Liverpool Arena.

Og tað er eisini í kvøld, at føroyski Rani Petersen, kendur sum Reiley, fer á pallin við sanginum "Breaking my Heart".

Kringvarpið sendir seinnu hálvfinaluna, og føroyingar kunnu fylgja við, meðan Gunnar Nolsøe og Siri Súsonnudóttir Hansen fara at siga frá.  

Danskir undirtekstir verða vístir, tá ið vertirnir tosa á enskum. 

Sum nakað nýtt kunnu fólk úr øllum heiminum gera sína atkvøðu galdandi í ársins Eurovision-sangkapping. 

Men sambært reglunum í sangkappingini kunnu fólk, sum eru stødd í Føroyum ella í Danmark, ikki atkvøða fyri Reiley, sum umboðar Danmark í Eurovision.

Tað ber til at atkvøða á heimasíðu, við SMS ella við at taka niður Eurovision-appina. Tú kanst lesa meira um reglurnar fyri atkvøðugreiðslu til ársins Eurovision her. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058