EUROVISION: Reiley kom ikki í finaluna

EUROVISION: Reiley kom ikki í finaluna
Tað hevur riðið um snarið allatíðina, um Reiley fór at megna at syngja seg í finaluna. Tá avtornaði, gjørdist fyrsti føroyingurin í Eurovision ov stuttur
Tað sá gott út, bæði á pallinum og í sjónvarpinum, og Reiley var í toppformi, men tað var ikki nokk til at røkka finaluni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2023 - 21:41

Tað sá gott út, bæði á pallinum og í sjónvarpinum, og Reiley var í toppformi, men tíverri var tað ikki nokk til at røkka finaluni.

Veddingarfyritøkurnar hava allatíðina verið ivasamar, og tær fingu tíverri rætt. 

Reiley og Danmark reyk út, og tað gjørdu brøður okkara fyri vestan, Ísland, eisini. 

Størsta yvirraskilsið var nokk, at Albania kom í finaluna.

Og tá tað hendi, so stóð skriftin á vegginum. 

Tey 10 londini, ið komu víðari frá seinnu hálvfinaluni, vóru:

  • Albania
  • Kýpros
  • Estland
  • Belgia
  • Eysturríki
  • Litava
  • Pólland
  • Avstralia
  • Armenia
  • Slovenia

Londini, ið ruku út, vóru: 

  • Danmark
  • Grikkaland
  • Ísland
  • Georgia
  • Rumenia
  • San Marino
  • Georgia

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011