Færri treytir um skannaran

Færri treytir um skannaran
Gávulatararnir hava nú broytt treytirnar, sum fylgja við tilboðnum um ein skannara til Klaksvíkar Sjúkrahús
12.05.2023 - 20:00

Tað er bara ein treyt eftir í tilboðnum frá vinnufyritøkunum í Norðoyggjum og Eysturoynni um at lata ein skannara til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Og tann treytin er, at skannarin skal standa á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Mánadagin boðaðu vinnufyritøkurnar sjúkrahúsverkinum frá, at tey broyta treytirnar. Hetta var gjørt við brævi frá Peturi Even Djurhuus, advokati. Hann sigur í brævinum, at gávulatararnir hava gjørt av at broyta treytirnar, eftir at tað er staðin so mikil tvídráttur um skannaran.

Í upprunaligu treytunum varð kravt, at um Klaksvíkar Sjúkrahús vil skifta MR skannaran út, so skal restvirðið kunna nýtast sum heilt ella partvíst gjald fyri annað tól, sum so eisini skal vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og brúkast har.

Hendan treytin er slept.

Treytin um, at sjúkrahúsverkið skal binda seg til at veita rakstrarfígging til nýtslu av skannaranum, er eisini slept. 

Gávulatararnir hava framvegis eitt ynski um, at privat skulu sleppa fram at skannaranum, tá ið sjúkrahúsverkið ikki brúkar hann.

Í løtuni sita fakfólk í sjúkrahúsverkinum og skriva eitt tilmæli til teir tríggjar stjórarnar í Sjúkrahúsverki Føroya um, hvat skal gerast við hetta tilboðið.

Síðani skal sjúkrahúsleiðslan skriva eitt tilmæli til Margit Stóra, landsstýriskvinnu. Hetta tilmælið skal vera liðugt 25. mai.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576