Hava stovnað nýtt felag til Dimmalætting

Hava stovnað nýtt felag til Dimmalætting
Ætlanin er, at D-Media skal geva blað út, men nær tað verður, veit eingin enn
 
18.09.2013 - 13:59

Smápartafelagið Dimmalætting hevur fingið nýtt navn. Felagið eitur nú smápartafelagið Bring, sum var eitt av nógvum hjánøvnum hjá Dimmalætting. Tað hendi fríggjadagin.

Samstundis fór Árni Gregersen frá sum forstjóri í felagnum. Nýggjur stjóri er Eyðfinn Reyðberg, sum eigur felagið. Hann var nevndarformaður í felagnum. Endamál felagsins er framvegis at reka miðlavirksemi herundir blaðútgávu, handil, tænastur, ráðgeving og aðra vinnu í hesum sambandi. Og partapeningurin er óbroyttur, 80.000 kr.

Onga viðmerking

Eyðfinn Reyðberg, sum eigur Bring, sum felagið Dimmalætting nú eitur, hevur onga viðmerking um tað, sum nú hendir. Hann vísir til Árna Gregersen. Samstundis er stovnað eitt nýtt felag, sum eitur D-Media. Tað felagið er dótturfelag hjá Bring, sum eigur allan partapeningin, 80.000 kr. Hjánavnið hjá D-Media er Dimmalætting.

Og ætlanin var, sigur Árni Gregersen, at  D-Media skuldi geva Dimmalætting út fyrradagin, mánadagin. Men so gjørdu fakfeløgini hjá teimum, sum arbeiddu á Dimmalætting, bart.

Geva blað út

Árni Gregersen, sum er stjóri í D-Media, sigur, at arbeitt verður við at geva eitt blað út, men nær tað verður, veit hann ikki enn. Nú D-Media eigur navnið Dimmalætting er lætt at gita, at blaðið fer at eita Dimmalætting.

Eingin kreditorur hjá smápartafelagnum Dimmalætting, sum nú eitur Bring, hevur kravt felagið á húsagang. Tað hevði heldur ikki nyttað nógv, tí har eru ongir pengar at fara eftir kortini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852