Søkja eftir leiðara til Heilbrigdi

Søkja eftir leiðara til Heilbrigdi
Umsóknarfreistin er til 15. juni
Heilbrigdi á Velbastað byrjaði í 1986. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2023 - 15:20

Søkt verður eftir leiðari til Heilbrigdi á Velbastað at byrja 1. september ella eftir nærri avtalu.

Heilbrigdi á Velbastað byrjaði í 1986. 

Heilbrigdi er viðgerðarstovnur fyri fólk, sum eru komin ov langt við at misbrúka rúsdrekka ella onnur rúsevni. 

Pláss er fyri 12 fólkum. Viðgerðin byggir á Minnesota fyrimyndina.

Umsóknarfreistin er til 15. juni.

Sjúrður Knudsen var sagdur úr leiðarastarvinum 1. februar í ár. Hann var leiðari frá 1. mai 2018.

Varaleiðarin á Heilbrigdi, Annika E. Holm, bleiv tá sett sum virkandi leiðari.

Árni Gregersen, virkandi formaður í nevndini fyri Heilbrigdi, sigur, at hølisviðurskiftini hjá Heilbrigdi á Velbastað eru avoldað, og farið er undir fyrireikingar at byggja nýggj og tíðarhóskandi hús. 

Fyrireikingarnar verða gjørdar í samstarvi við Heilsumálaráðið og Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928