Skeiv tøl frá landsstýrinum

Skeiv tøl frá landsstýrinum
Tað er ikki rætt, tá landsstýrið sigur at russisk skip um- og uppskipa 400.000 tons í føroyskum øki, og teirra virksemi er økt síðani kríggið, sigur Vørn, sum undrast á tølini
01.06.2023 - 19:40

Tølini, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundinum í fyrrapartin, vóru skeiv. Russisk skip hava ongantíð um- og uppskipað 400.000 tons í føroyskum sjógvi, og russiska virksemið er ikki økt, síðani kríggið brast á.

Á Vørn kennast tey ikki við tølini, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundi fyrrapartin. Vørn er stovnurin, sum hevur eftirlit við øllum fiskivinnuvirksemi í føroyskum sjóøki. Fleiri ferðir á tíðindafundinum á Viðareiði fyrrapartin nevndi løgmaður talið 400.000 tons, tá hann skuldi lýsa vaksandi, russiska virksemið í føroyskum sjóøki.  

Sambært tølum hjá Vørn minkaðu nøgdirnar í fjør, sammett við árið fyri.Og higartil í ár eru einans 111.000 tons um- og uppskipað.

-Sambært okkara tølum er einki sum bendir á, at russiska virksemið er vaksandi, heldur tvørturímóti, sigur Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn. 

 Eftir innslagið tosaðu vit við Aksel V. Johannesen, løgmann.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345