Lívfiskastøð lá sjóvarfall av sær

Lívfiskastøð lá sjóvarfall av sær
Ætlanin at byggja lívfiskastøð í Skálavík hevur drigið so nógv út, at hon nú verður slept, tí Bakkafrost má gera stórar íløgur í Skotlandi, samstundis sum tøkugjaldið hækkar.
06.06.2023 - 18:49

So seint sum 21. februar í ár boðar Bakkafrost íleggjarum frá, at "ein stór lívfiskastøð verður bygd í Skálavík." Ætlanin er nú slept.

Avgerðin er kunngjørd, nú Bakkafrost leggur fram íløguætlanina fyri 2024-2028. Bakkafrost ger íløgur fyri 6,3 milliardir næstu árini. Lutfalsliga meira skal brúkast í Skotlandi enn í Føroyum.

-Hækkaða tøkgjaldið merkir, at færri pengar vera til íløgur í Føroyum. Umleið 1,3 milliard krónur minni vera at gera íløgur fyri í Føroyum næstu fimm árini, og tað noyðir okkum at endurskoða ætlanirnar, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Á íleggjaradegnum hjá Bakkafrost fyrrapartin kom greitt til sjóndar, at alingin hjá felagnum í Skotlandi er langt aftanfyri alingina í Føroyum. Skal alingin í Skotlandi fáast upp á sama støði sum í Føroyum, so er neyðugt við stórum íløgum. Og tær ætlar Bakkafrost so at gera næstu árini.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297