Føroyingar eiga 11,6 milliardir í eftirlønaruppsparing

Føroyingar eiga 11,6 milliardir í eftirlønaruppsparing
Upphæddin svarar til 46 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ
Góðar sjey millardir krónur standa í føroysku tryggingar- og pensjónsfeløgunum.(Savnsmynd)
 
12.06.2023 - 09:03

Føroyingar eiga 11,6 milliardir krónur í eftirlønaruppsparing.

2,3 milliardir eru í donskum pensjónsfeløgum.

11,6 milliardir svara til 46 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ.

Tað skrivar Landsbankin.

 

2,2 mia. í bankunum og sjey mia. í pensjónsfeløgum 

2,2 mia. kr. eru í føroysku bankunum.

Av teimum eru 1,6 mia. kr. forskattaðar. 600 mió. kr. skulu skattast við útgjald eftir gomlu skipanini. 

Í føroysku tryggingar- og pensjónsfeløgunum eru 7,1 mia. kr.

Fýra milliardir eru forskattaðar, og 3,1 mia. kr. skulu skattast við útgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037