- Tíðindi, mentan og ítróttur
450 grindahvalir doyðu í Vestmanna og Leynum
450 grindahvalir doyðu í Vestmanna og Leynum
Tvey grindadráp vóru í Norðstremoy í gjár. Kringvarpið var við, tá ið skorið var upp í Vestmanna fyrrapartin, og beint fyri at seðlarnir komu út í Kvívík, seinnapartin
15.06.2023 - 18:20
Okkurt um 450 grindahvalir doyðu í Norðstreymoy í gjár.
Drápið gekk væl sambært sýslumanni, grindaformanni og havnarfúta.
Teir vóru á leið 2.800 skinn tilsamans.
Grindin, sum doyði í Vestmanna, var 266 hvalir, 1664 skinn
Grindin, sum doyði í Leynum, var 178 hvalir, 1118 skinn.
Tann grindin var funnin á sama staði sum tann, sum doyði í Vestmanna, tað var við Slættanestanga.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



















