- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tekniski skúli í Klaksvík útbyggjast
Seinast í hesum árinum verður farið undir at um- og útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík fyri 36 milliónir krónur. Tað upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fyri Norðlýsinum á netinum.
Byggjast skulu 1450 fermetrar afturat núverandi bygninginum, og harumframt skal ein minni partur av núverandi tekniska skúla byggjast um. Endamálið við útbyggingini er at útvega Tekniska skúla í Klaksvík nútímans høli til matvøruútbúgvingarnar, men eisini at veita høli til HF-skeiðið í Klaksvík, sum í dag húsast bæði á Sjómansskúlanum og í gomlum ótíðarhóskandi hølum úti í Víkum.
Eftir ætlan skal um- og útbyggingin vera liðug í 2015, skrivar Norðlýsið. Umframt út- og umbyggingina í Klaksvík, skulu miðnámsskúlarnir á Kambsdali eisini umvælast fyri 28 milliónir krónur, upplýsir landsstýrismaðurin. Tað arbeiðið byrjar fyrst í komandi ári.