Útbyggingin minkar bátahylin og ávirkar virksemið hjá bjargingarfelagnum

Útbyggingin minkar bátahylin og ávirkar virksemið hjá bjargingarfelagnum
Hvalbiar kommuna fer í kvøld at viðgera ætlanina at broyta byggisamtyktina fyri havnarlagið í Nesi, nú Bakkafrost ætlar at bygga landstøð har
Tey, sum mótmæla ætlanini hjá Bakkafrosti at byggja út í Nesi í Hvalba, vænta, at bátahylurin minkar, og at virksemið hjá bjargingarfelagnum verður skert.
 
19.06.2023 - 18:00

Bakkafrost skal fylla ein part av bátahylinum í Nesi í Hvalba út og byggja landstøð har.

Á skránni á bygdaráðsfundinum í kommununi í kvøld eru innkomin mótmæli í sambandi við byggisamtyktina fyri havnarlagið í Nesi.

 

Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu. 

 

Eitt nú verður gjørt vart við, at ætlanin hjá Bakkafrosti hetta fer at minka um bátahylin. Stúrt verður eisini fyri, at virksemið hjá bjargingarfelagnum verður skert, og at ferðavinnufelagið Lítla Dímun verður rikið úr økinum.

Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalba, og hann sigur soleiðis um viðgerðina av mótmælunum:

 

Janus_Thomsen

 

Bakkafrost ætlar at byggja landstøð í Nesi í Hvalba.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775