Trípartasamráðingar um styttri arbeiðsviku eru byrjaðar

Trípartasamráðingar um styttri arbeiðsviku eru byrjaðar
Bæði politiska skipanin og arbeiðsmarknaðurin eru við í samráðingunum
Ingilín D. Strøm er landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.
 
23.06.2023 - 08:52

Trípartasamráðingar um 37 tíma arbeiðsviku, ella styttri arbeiðsviku, eru byrjaðar, upplýsir Starvsfelagið.

Landstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum hevur sett eitt trípartasamráð við umboðum frá arbeiðsmarknaðinum og politisku skipanini.

Í trípartasamráðnum eru:

  • Ingilín D. Strøm, Pól Egholm og Astrid Reinert Øregaard fyri politisku skipanina
  • Óluva í Gong og Súni Selfoss fyri arbeiðstakarar á almenna arbeiðsmarknaðinum
  • Pætur Niclasen og Sonja Jógvansdóttir fyri arbeiðstakararnar á privata arbeiðsmarknaðinum
  • Kristoffur Laksá og Niels Winther fyri privata arbeiðsgevararnar
  • Jan Mortensen og Anita Fuglø, fyri arbeiðsgevararnar á almenna arbeiðsmarknaðinum
  • Alfred Petersen, advokatur og fyrrverandi semingsmaður, leiðir samráðingarnar

Landsstýriskvinnan vil, at alt, sum verður umrøtt á fundunum, verður hildið innan fyri  fundarveggirnar fyri at hava arbeiðsfrið og fyri at fyribyrgja, at óneyðugt stríð tekur seg upp uttan fyri fundarhølini, sigur Starvsfelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339