Vágs havn mennast

Vágs havn mennast
Býráðið hevur gjørt av at broyta byggisamtyktina fyri havnalagið, so møguleiki verður at gera smáttur til ferðavinnuna
 
25.09.2013 - 08:53

Vágs kommuna brynjar seg til framtíðar møguleikar innan oljuvinnu og ferðavinnu. Býráðið hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri havnarlagið, og fyri eitt øki, sum er ætlað smáttum til ferðavinnuna.

Kommunan hevur í hyggju at víðka havnalagið rundan um djúphavnina norðaru megin. Og sunnaru megin verður lagt upp fyri, at havnarlag kann gerast bæði vestanfyri og eystanfyri grótkastið.

Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini sigur, at havnin fer at hava meira virksemi komandi árini, og at byggisamtyktin nú verður broytt soleiðis, at havna-útbyggingar kunnu gerast sum virksemið økist við tænastum til millum annað oljuvinnuna.

Á býráðsfundinum varð eisini samtykt at broyta byggisamtyktina fyri eitt øki vestanfyri Sandin, framvið Laksá. Har ætlar kommunan, at møguleiki skal vera fyri at byggja smáttur til ferðavinnuna. Tórður Poulsen, formaður í Teknisku nevnd hjá Vágs kommunu, sigur, at broytingarnar eru gjørdar fyri at kunna fremja ætlanirnar um at menna ferðavinnuna.

Arbeitt verður tí við at gera ein smáttu-býling framvið Laksá og kamping-øki heiman fyri Vágs Høll - ítróttarhøllina í Vági.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV

Annað frá KVF