Hans Pauli fekk nokk

Hans Pauli fekk nokk
Tað var eftir øllum at døma ikki so lætt hjá Hans Paula Henryson at samstarva við Margit Stórá, landsstýriskvinnu
26.06.2023 - 19:30

Tað fyrsta, ið hann gjørdi, tá hann kom til arbeiðis mánamorgunin fyri einari viku síðani, var at senda ein teldupost til Margit Stóra, landsstýriskvinnu, og til Heilsumálaráðið. Í teldupostinum var eitt stuttorðað uppsøgn.

Fríggjadagin hevði hann verið á fundi hjá landsstýriskvinnuni saman við restini av sjúkrahúsleiðsluni. Á fundinum vistu tey ikki, at Hans Pauli Henryson var á veg úr starvinum. Men eftir øllum at døma vóru ávísar ósemjur á borðinum á hesum fundinum.

Stevið hevur ikki verið so gott við Margit Stóra, og á fundinum kom helst seinasti dropin, sum fekk Hans Paula Henryson at  siga upp, so skjótt, sum hann kom til arbeiðis aftur mánamorgunin.

Ein trupulleiki er eftir øllum at døma, at nýggja landsstýriskvinnan kemur beinleiðis úr sama leiðslubólki, sum Hans Pauli Henryson. Hon var varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, áðrenn hon bleiv landsstýriskvinna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576