Elias á Skipagøtu: Vit spældu ein forferdiligan fyrra hálveik

Elias á Skipagøtu: Vit spældu ein forferdiligan fyrra hálveik
Føroyski spælskiparin ásannaði, at fyrri hálvleikur kostaði føroyska U21-landsliðnum dystin og plássið í HM-hálvfinaluni
29.06.2023 - 16:00

Fyrri hálvleikur kostaði Føroyum plássið í HM-hálvfinaluni.

Tað ásannaði føroyski spælskiparin, Elias á Skipagøtu, eftir 30-27 tapið fyri Serbia í dag.

 - Vit høvdu hopað upp á meir. Vit spæla ein forferdiligan fyrra hálvleik, sum ger, at vit hanga afturúr. Vit royna at koma aftur í seinna hálvleiki, gera tað fínt, men vit klára tað akkurát ikki, segði Elias á Skipagøtu.

 - Mann skal blíva við at gera sítt besta og kempa við øllum, sum mann hevur, og tað helt eg, at vit gjørdu í dag, men tíverri brenna vit alt ov illa.


Fara eftir fimta plássinum

Føroyar skulu nú spæla dystir um plássini millum átta og fimm, og Elias á Skipagøtu sigur, at hann og liðfelagarnir fara at gera sítt ítasta.

 - Nú hava vit ein dag, har vit skulu taka okkum saman og lata vera við at taka synd í okkum sjálvum, tí vit hava pláss at spæla um, og vit fara eftir at vinna teir báðar dystirnar.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158