Nógv skerdur strandferðslufloti

Nógv skerdur strandferðslufloti
Alt kom upp í røkur hjá Strandferðsluni í gjár og í morgun
Ternan fekk eina rivu, tá hon bar við ferjuleguna á Syðradali í gjár.
Mynd: Norðlýsið  
 
02.07.2026 - 10:24

Nógv óhapp hava rakt strandferðsluflotan, og tað hevur ávirkað siglingina.

Ternan, sum sigldi fyri Sam á kalsoyarleiðini í gjár, bar við ferjuleguna á Syðradali, og tá var neyðugt at fáa Teistan, sum annars røkir nólsoyarleiðina, norðurum.

Sam hevur framvegis brek, og fer neyvan aftur í sigling fyrr enn mánadagin. Ternan hevur ikki fingið so stóran skaða, og fer aftur í siglng aftur á kalsoyarleiðini.

 


Soleiðis sær ferjulegan út á Syðradali. (Mynd: Norðlýsið)
 

Teistin fer aftur á nólsoyarleiðina aftan á døgurða.

Mykines-leiðin er eisini rakt, tí Jósup tók botn. Men ein loysn verður funnin at fáa tey 10 fólkini, sum bíða í Mykines, av oynni, sigur Strandferðslan.

Og sum alt hetta ikki var nóg mikið, so fekk Smyril eisini tekniskar trupulleikar í morgun.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Edvard Leo, ferðslusamskipara hjá SSL, í útvarpstíðindunum:

 

02062026_Strandferdslan_og_Leo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532