Hoyvíkingar fáa egið valstað - hestfólk kunnu atkvøða við brævi

Hoyvíkingar fáa egið valstað - hestfólk kunnu atkvøða við brævi
Tórshavnar kommuna sigur, at við skipa Hoyvík sum egið valstað, minkar talið á veljarum á Hálsi 25 prosent
Tá Hoyvík verður valstøð, minkar veljarafjøldin í høllini á Hálsi í Havn 25 prosent.
 
30.06.2023 - 14:05

Næsta val sleppa hoyvíkingar á val í Hoyvík. Men hestfólk mugu av oynni at velja, ella velja við brævi.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur góðkent umbøn frá Tórshavnar kommunu, um at skipa Hoyvík sum egið valstað og at niðurleggja valstaðið í Hesti.

Tórshavnar kommuna hevur sent Løgmálaráðnum umbøn um loyvi at skipa Hoyvík sum egið valstað. Tórshavnar kommuna greiðir frá, at hetta fer at minka um veljarafjøldina til valstaðið á Hálsi í Havn umleið 25 prosent.

Hestur er í dag valstaður. Veljarar í Hesti og Koltri velja í Hesti.

 

Kunnu brævatkvøða

Tórshavnar kommuna hevur - á staðbundnum fundi við nevndina fyri Hest - avtalað at niðurleggja Hest sum valstað, soleiðis at fólkið í Hesti og Koltri frameftir velja í Havn.

Avtalað var eisini, at Tórshavnar kommuna í staðin bindur seg til at fara út í Hest tvær ferðir til brævatkvøðu. Fólk í Koltri søgdu seg heldur vilja atkvøða í Havn, tí tað er lættari enn at sigla út í Hest.

Fyrireikingararbeiðið er byrjað.

Indenrigs- og Sundhedsministeriet er kunnað um ætlaðu broytingina, og hevur svarað, at tey eisini fara at gera somu broyting, soleiðis at valstøðini í báðum lógumum - lóg um val til Løgtingið og lov om folketingsvalg på Færøerne - verða tey somu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262