Fyrireika seg at taka ímóti Paul Watson

Fyrireika seg at taka ímóti Paul Watson
Watson ætlaði sær til Íslands at mótmæla stórhvalaveiðu, men veiðan har er útsett. Nú setur hann kósina móti Føroyum
Paul Watson ætlar sær til Føroya í summar.
Mynd: Reuters  
 
04.07.2023 - 13:44

- Útgangsstøðið er, at vit vilja ikki hava skipið hjá Paul Watson í Føroyum.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú umhvørvisaktivisturin, Paul Watson, hevur boðað frá, at hann setur kósina móti Føroyum í summar. 

Í Fiskimálaráðnum eru tey farin at fyrireika seg.

 

Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Landsstýrismaðurin hevur heimild til at geva ávísum skipum forboð at koma inn um 12 fjórðingamarkið, um tey kunnu væntast at gera seg inn á lógligt virksemi, til dømis um tey fyrr hava roynt at forða fyri lógligum virksemi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04072023_Dennis_um_Paul_Watson

 

Nýggja skipið hjá Paul Watson skuldi annars mótmæla veiðuni eftir stórhvali í Íslandi í summar. Men Íslendska stjórnin boðaði síðani frá, at hon fyribils útsetti loyvið at veiða stórhval til 31. august, tí ivamál eru um djóravælferðina, og at tað tekur ov langa tíð at avlíva stórhvalirnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928