Dømdir fyri at smugla hassj - annar appelleraði alt fyri eitt

Dømdir fyri at smugla hassj - annar appelleraði alt fyri eitt
Tveir menn eru dømdir fyri at smugla níggju kilo og góð 673 gramm av hassji til Føroya
Tann, sum fekk harðara dómin, appelleraði alt fyri eitt til Landsrættin. (Savnsmynd)
 
06.07.2023 - 09:58

Tveir ungir menn, annar 22 og hin 23 ár, eru dømdir í Føroya rætti fyri at smugla hassj til Føroya.

Annar fekk eitt ár og fimm mánaðir og hin eitt ár og tríggjar mánaðir. Talan er um treytaleysa fongsulsrevsing.

Tann, sum fekk harðara dómin, hevði frammanundan ein treytaðan dóm, sum kom aftrat dóminum nú.

Ákæruvaldið kravdi eitt ár og átta mánaðir.

Tann, sum fekk harðara dómin, appelleraði alt fyri eitt til Landsrættin.

Tá soleiðis er, mótappellarar ákæruvaldið.

 

Tiknir 24. mai

Menninir eru ákærdir og nú dømdir fyri at smugla níggju kilo og góð 673 gramm av hassji til Føroya.

Teir vóru tiknir í Havn tann 24.mai.

Teir hava verið í varðhaldi, síðani teir vóru tiknir. Og har eru teir enn.

Menninir vóru ákærdir eftir revsilógini, hóast markið millum revsilógina og lógina um rúsevni er tíggju kilo.

Í einum øðrum máli, har talan var um 9,3 kilo av hassji, royndi ákæruvaldið eisini at brúka revsilógina. 

Men tað vildu Føroya rættur og Landsrætturin ikki góðtaka.

Og tað vildi Føroya rættur heldur ikki góðtaka í gjár.

Hann dømdi eftir lógini um rúsevni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576