Treytirnar til Bakkafrost herdar

Treytirnar til Bakkafrost herdar
Ein avleiðing av, at 200.000 alilaksar sluppu til rýmingar herfyri er, at tað verður tikið við í viðgerðina, tá loyvi skal latast næstu ferð
07.07.2023 - 20:17

31. mars í ár kom ein teldupostu frá Bakkafrosti til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Har varð boðað frá, at tey høvdu funnið eitt hol í eini nót í einum aliringi í Hovi.

Alment var sagt, at holið var ovarlaga í sjónum, og tí var neyvan nógvur laksur rýmdur. Men tað vísti seg at vera nógv verri enn so.

Hol var í trimum ringum. Í tveimum var holið fimm ferðir seks metrar, men í tí triðja var nógv verri - tað holið var fimti ferðir seks metrar. Í tí eina ringinum vóru 45 prosent av laksunum slopinir til rýmingar, meðan tað í hinum vóru rýmdir 66 prosent.

Talan var um 200.000 laksar, sum er ómetaliga nógv. Í Norra, har alingin er millum fimtan og tjúgu ferðir so stór sum í Føroyum, var tað ringasta árið 2019, tá umleið 300.000 laksar rýmdu. Yvir eitt tíggju ára skeið er meðaltalið umleið helvtina ella minni.

Og hetta kann fáa avleiðingar fyri Bakkafrost næstu ferð loyvi skal latast til aling í økinum, tí aktuella hendingin tá verður tikin við í viðgerðina, um hvussu alingin í økinum skal skipast.

Bæði í Føroyum og Norra kunnu myndugleikarnir krevja, at alifyritøkan sum skjótast fer at fiska tann rýmnda fiskin aftur. Í Føroyum verður hetta sjáldan kravt, men í Norra verða hesar treytir settar.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435