Dømdir fyri stuldur og vístir av landinum

Dømdir fyri stuldur og vístir av landinum
Tveir póllendingar vóru ákærdir í felag at hava stolið fyri 50.000 kr. í amboðum, m.a. frá arbeiðsgevarunum
Báðir menninir tóku við dóminum, og teir sita nú í varðhaldi, til teir verða vístir av landinum. (Savnsmynd)
 
11.07.2023 - 10:53

Tveir menn vóru í Føroya Rætti í gjár dømdir fyri stuldur. Menninir, sum vóru útlendingar, vóru samstundis útvístir úr Føroyum.

Tað boðar løgreglan frá í dag. 

Føroya Rættur viðgjørdi í gjár eitt mál, har tveir menn úr Póllandi vóru ákærdir fyri stuldur.

Menninir vóru ákærdir fyri í felag at hava stolið amboð fyri uml. 50.000 kr.,  m.a. frá arbeiðsgevaranum. 

Annar maðurin játtaði seg sekan, meðan hin noktaði.

Báðir menninir vóru í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti dømdir sekir, og fingu 60 daga lutvíst treytaða fongsulsrevsing hvør.

Aftrat fongsulsrevsingini vóru menninir útvístir úr Føroyum, og teir sleppa ikki aftur til Føroya fyrr enn í fyrsta lagi um trý ár.

Báðir menninir tóku við dóminum. Menninir sita nú í varðhaldi, til teir verða vístir av landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928