VIDEO: Føroysku kurvabóltskvinnurnar vunnu fyri fyrstu ferð

bannari
VIDEO: Føroysku kurvabóltskvinnurnar vunnu fyri fyrstu ferð
Kurvabóltslandsliðið við kvinnum skrivaði søgu í dag. Seinnapartin vunnu tær sín fyrsta dyst, 43-39, á Jersey, og tryggjaðu sær samstundis fimta plássið
13.07.2023 - 15:19

Føroysku kurvabóltskvinnurnar skrivaðu søgu í dag, tá tær vunnu sín fyrsta landsdyst.

Annar dysturin um fimta plássið endaði 43-39. Dagin fyri vunnu Jerseykvinnur við tveimum, so Føroyar fóru avstað við fimta plássinum.

 - Hetta er altso ikki til at skilja. Hjartaliga til lukku til tykkum øll, skrivaði Kurvabóltssamband Føroya á sínum facebook-vanga. 

Anna Maria Sloan varð vald til sonevndan MVP, most valuable player, og stórfegnaðist um sigurin.

 - Hetta hevur verið heilt fantastiskt. Tað hevur verið ordiliga stuttligt at spæla allar dystirnar. Vit hava koyrt ein 100 prosent innsats í eitt ár. Genturnar eru heilt fantastiskar. Vit leggja lív og sál í hetta, og vit eru komnar fyri at verða. Kurvabóltskvinnur eru komnar til Oyggjaleikir fyri at verða, segði hon eftir dystin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391