Sleppa ikki at bora eftir jarðhita í Eysturkommunu

Sleppa ikki at bora eftir jarðhita í Eysturkommunu
Frammanundan hevur stýrið í Kommunufelagnum rópt varskó um jarðhitaboringar
Arbeiðsbólkur kannar dálking frá jarðhitaboringum, og niðurstøðan kemur í august. (Savnsmynd)
 
14.07.2023 - 08:14

Nú er Eysturkommuna komin í hópin hjá teimum komunnum, sum ikki uttan nakað geva loyvi til at bora eftir jarðhita.

Fyribils verður einki boriloyvi latið.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri, sigur, at kann tann, sum borar, veita trygd fyri, at einki frá boringini fer út í náttúruna, kann møguligt loyvi gevast. 

Men tá skal hetta gerast í tøttum samstarvi við teknisku umsiting hjá Eysturkommunu.

 

Per Martin Gregersen er borgarstjóri í Eysturkommunu.

 

Kommunufelagið rópar varskó

Fyri einum mánað síðan samtykti stýrið hjá Kommunufelagnum at rópa varskó um jarðhitaboringar.

Felagið sigur, at ábyrgdin fyri dustinum, sum kemur frá boringunum, og dálking má staðfestast, so somu krøv vera til allar jarðhitaboringar. 

Summar kommunur hava spurt landsmyndugleikarnar, men sum skilst er ógreitt, hvat er í dustinum.

Eisini hevur dustið lyndi til at leggja seg sum betong í kloakkskipanirnar. 

Kommunurnar kunnu tí ikki bara lata standa til, tí mangt bendir eisini á, at dustið leggur seg varandi í áir og vøtn. 

Eitt samt stýri í Kommunufelagnum heitir á landsstýrið og viðkomandi myndugleikar um at fáa skil á hesum øki.

Kommunufelagið vil, at kommunurnar kunnu seta felags krøv um jarðhitaboringar. 

 

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

 

Niðurstøður 1. august

Í seinasta lagi 1.august skal Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hava fyribils niðurstøður og møgulig tilmæli um lógarbroytingar frá arbeiðsbólkinum, sum kannar dálking frá jarðhitaboringum.

Í arbeiðsbólkinum eru fólk frá Kommunufelagnum, Vinnuhúsinum og Umhvørvisstovuni.

Tað sigur Ingilín D. Strøm í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Landsstýriskvinnan sigur, at Umhvørvisstovan upplýsir, at beinleiðis kanningar eru ikki um, hvussu boridust ávirkar náttúruna ella spillivatnsskipanir.

Umhvørvisstovan hevur tó í eina tíð tosað við borifeløg og kommunur um at gera slíkar kanningar. 

Ingilín D. Strøm sigur í svarinum, at mett verður, at galdandi krav í Føroyum um burturbeining av tilfari frá jarðhitaboringum er í lagi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303