Vunnu bæði gull og silvur í kórkapping

Vunnu bæði gull og silvur í kórkapping
30 ungfólk, syngja í Gøtu kirkju ungdómskóri, og kórleiðari er Símun Hammer
Gøtu kirkju ungdómskór var við í meistarabólkinum, sum er fremsti bólkur í slíkum kappingum.
 
14.07.2023 - 09:08

Gøtu kirkju ungdómskór hevur í stóru kórkappingini, World Choir Games, sum hevur verið í Suðurkorea, vunnið bæði gull og silvur.

Kórið var við í meistarabólkinum, sum er fremsti bólkur í slíkum kappingum.

Áður hevur Gøtu kirkju ungdómskór verið við í fleiri altjóða kappingum, men var fyri fyrstu ferð í World Choir Games, ið svarar til OL fyri kór.

Har eydnaðist at vinna silvur í bólkinum fyri ungdómskór og gull í bólkinum, har dentur varð lagdur á spirituals.

30 ungfólk, 20 gentur og 10 dreingir, syngja í Gøtu kirkju ungdómskóri, og kórleiðari er Símun Hammer.

Umleið 400 kór vóru við, har tó ikki øll kappaðust, men nøkur bara høvdu konsertir.

Hoyr samrøðu við Símun Hammer, kórleiðara:

 

14072023_Simun_Hammer

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084