Gjøld fyri eftirlit verða nú ásett í kunngerð

Gjøld fyri eftirlit verða nú ásett í kunngerð
Í fjør góvu eftirlitini Arbeiðs- og brunaeftirlitinum 720.000 krónur.
Landsgrannskoðanin hevur víst , at ásetingin av gjøldum er ivasom og ógreið. Nú verða gjøldini ásett í kunngerð.
 
14.07.2023 - 09:28

Neyðugt er í kunngerð at áseta gjøldini, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið tekur fyri eftirlit sambært lógini um mát og vekt, tað er eftirlit við vektum.

Bæði Landsgrannskoðanin og Løgmálaráðið hava víst á, at verandi loysn við príslista ikki er í lagi.

Í fjør vísti Landsgrannskoðanin á, at ásetingin av gjøldum var ivasom og ógreið.

Hon átti at verið gjørd við kunngerð. 

Umhvørvismálaráðið hevur tí gjørt uppskot um slíka kunngerð.

 

Prísirnir óbroyttir

Í fjør góvu eftirlitini Arbeiðs- og brunaeftirlitinum 720.000 krónur. Útreiðslurnar vóru 850.000 krónur.

Uppskotið um kunngerð broytir tó ikki verandi prísir. Men teir vera nú lógarfestir. 

Prísirnir í Føroyum eru 5 til 10 prosent hægri enn í Danmark.

Men tað hevði verið nógv dýrari, var vinnan noydd til at fáa útlendskar veitarar til Føroya, sigur Umhvørvismálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096