- Tíðindi, mentan og ítróttur
G!: Gandakendur hósdagur
Nógv hava spátt G! eitt trupult ár í ár.
Har er einki ordiligt útlendskt høvuðsnavn. Bara ókend tónleikanøvn. Veðrið sær ivasamt út. Har eru so nógv onnur tiltøk at fara til….
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Soleiðis hevur tað í grundini altíð verið, síðani G! byrjaði í 2002.
Tað ber ikki til at fyriskipa ein uttandurafestival í Føroyum.
Hósdagurin á G! prógvaði enn einaferð alt tað, ið G! festivalurin varð settur í verðina til at gera.
Har var gott lag, stórur blíðskapur, hugni og samanhald.
Har var gott veður.
Men fyrst og fremst so var frálíkur tónleikur av alskyns slagi frá nær og fjar.
Hósdagurin á G! prógvaði eisini, at føroysk tónlistafólk eru komin upp á eitt støði, har tey kunnu bera ein altjóða festival, sum G! í roynd og veru er.
Eivør, JazzyGold, Tamara, Dania O. Tausen og Benjamin Ranjani vóru bulurin í skránni hósdagin. Og tað verður ikki nógv øðrvísi í dag, tá BYRTA, Marius Ziska, 200 og Høgni eru at rokna sum høvuðsnøvnini.
Fólk mugu vera góð við G!, tí G! kann og er nakað, ið eingin annar føroyskur festivalur er. Ja, kanska er G! eitt eindømi í øllum heiminum.
Tað er ein altjóða tónleikafestivalur, ið er sveipaður inn í eina góða gamla føroyska bygdastevnu, og tað finst nokk bara í Gøtu um hálvan juli á hvørjum ári.
Andin á G! er lokalur, men útsýnið er altjóða.
G! er ein serlig mentan, eitt serligt huglag, ið bara finst í Syðrugøtu eina ferð um árið.
“Gandaheimur, ver altíð sum nú," siteraði Jan Lamhauge, journalistur, einaferð Martin Joensen í einum ummæli av G!
Í grundini er alt, sum tað plagar á G!, tí G! gandar eins nógv enn, og hann hevur gjørt, síðani hann var settur á stovn í 2002.
|